Your Cart
Loading
Only -1 left

ORKUtrygd #1-2025

On Sale
€999.99
Added to cart

ORKUtrygd #1-2025 er eitt spennandi og aktuelt magasin upp á 68 síður, har høvuðsevnið er orka, umhvørvi og tað grøna orkuskiftið í Føroyum. Vit hyggja kritiskt at týðandi spurningum um orkutrygd, orkubúskap og menning á orku- og umhvørvisøkinum—og harvið eisini m.a. spurningum um inniklima og bygging. ĺ hesum fyrsta nummarinum eru samrøður við m.a. stjóran í SEV, Hákun Djurhuus; við Hans Christian Dam, sum er stjóri í Fjarhitafelagnum; við Boga Bech Jensen, stjóra á Ørsted Bioenergy; við Ben Arabo, sum er stjóri í Framtaksgrunninum og hevur drúgvar royndir frá oljuvinnuni; og við Magnus Thomsen, ið er byggimeistari og útbúgvin el-innleggjari umframt køliteknikari. Eisini eru samrøður við m.a. orkuverkfrøðingin Annu Thomsen og hartil við borgarstjórarnar í Havn, Klaksvík, Fuglafirði og Sørvági. ĺ blaðnum eru sterk og forvitnislig sjónarmið, nógv upplýsandi tilfar og eisini spískar viðmerkingar. ORKUtrygd ikki bert viðger týdningarmiklar spurningar men gevur bæði íblástur og kunning.

https://vimeo.com/1087434468