GLANS - Frisør
GLANS – Frisør er eitt føroyskt innihaldssystem til frisørar, sum vilja vera meira sjónligir á sosialu miðlunum – uttan alla tíðina at skula finna upp á, hvat tey skulu leggja út.
Við GLANS fært tú 30 dagar av lidnum hugskotum og amboðum, sum gera tað lættari at skapa gott og regluligt innihald til títt virksemi.
Í GLANS fært tú:
• 30 post-hugskot
• 30 føroyskar post-tekstir
• 30 AI-boð, klár at kopiera og brúka
• Mynd- og filmshugskot til hvønn post
• 10 snið til sosialu miðlarnar
• Vegleiðing til Facebook, Instagram, Stories og Reels
• Einfalda vegleiðing í, hvussu tú brúkar AI-boðini
• Byrjanarvegleiðing, so tú skjótt kemur í gongd
Tú velur eitt hugskot, gert tað til títt og leggur út.
Minni tíð upp á innihald. Meira tíð til kundarnar.
GLANS er eitt eingangsk-keyp – tú rindar bert einaferð og kanst brúka tilfarið aftur og aftur.